Vælkomin til okkara nýggju heimasíðu
Á hesi heimasíðu kanst tú síggja hvat vit hava á matskránni, nær livandi tónleikur og onnur tiltøk eru. Eisini vilja vit hava at tann vitjandi á hesi síðu, skal fanga tí hugnaligu atmosferina, sum vit hava skapt ígjøgnum caféina.
Caféin er sera hugnalig og vilja vit, at tú kanst koma inn at njóta tað lekru matskránna, sum vit hava at bjóða.
Eitt sum vit hava, er tráðleyst netsamband og frøðir tað eisini okkum um tú situr við eini bók - at fólk kunnu koma til okkum og njóta atmosferina saman við okkum.
Oman ímóti sjónum hava vit eina hugnaliga terassu við sera vøkrum útsýni yvir Skálafjørðin. Og niðanfyri hesi terassu hava vit sera góð parkeringsviðurskifti.
Í Café Bedura seta vit hugna í hásæti.
Enn einaferð,
Verðið vælkomin:)
Opið
| Mánadag til hósdag | 11:30 / 22:00 | |
| Fríggjadag | 11:30 / 02:00 | |
| Leygardag | 12:00 / 02:00 | |
| Sunnudag | 13:00 / 22:00 |


